Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Danmark skal hava nýggja stjórn

Helgi Abrahamsen

Í morgun byrja samráðingar um at skipa eina nýggja danska stjórn

Í morgun byrja samráðingar um at skipa eina nýggja danska stjórn

Síðani fólkatingsvalið í juni í fjør hevur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, stjórnað Danmark við eini ógvuliga smalari minnilutastjórn, har bara flokkurin Vinstri er við. Stuðulsflokkar eru Danski Fólkaflokkurin, Liberal Alliance og Konservativi Fólkaflokkurin.

Í eina tíð hevur tað sæð út til, at henda støðan fór ikki at halda longur, og leygardagin boðaði forsætisráðharrin frá, at hann í morgun fer undir samráðingar við Liberal Alliance og Konservativa Fólkaflokkin um at skipa eina nýggja stjórn.

Hetta kann loysa tann gordiska knútin, sum serliga í spurninginum um skattin, hevur kloyvt borgarliga meirilutan í fólkatinginum. Men tað er ikki vist, at tað fer at eydnast at loysa trupulleikarnar.

Liberal Alliance og Danski Fólkaflokkurin hava verið ógvuliga ósamdir um spurningin um toppskattin, men tað nýggjasta frá Anders Samuelsen, formanni fyri Liberal Alliance, er, at hann roknar ikki við at kravið um at lækka toppskattin við 5 prosentum verður partur av semjuni um nýggja stjórn. Harvið sær út til at hann hevur slept sínum ófrávíkiliga kravi, og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur enn einaferð víst síni ótrúligu yvirlivilsisevni í politikki.

– Fyribils í øllum førum – tí enn er eingin nýggj stjórn skipað.

(Fylg samráðingunum á DR2 her)