Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Danny Baldursson gevur nýtt staklag út

Jóhann Lützen

Fríggjadagin tann 24 septembur gav Danny Baldursson enn einaferð eitt fangandi og rytmiskt staklag út. Sangurin sum ber heiti Nervous viðgerð eitt heldur álvarsligt evni, nevnliga sálarheilsu. Soleiðis greiðir Danny Baldursson frá sanginum:

– “Nervous” er um ein, sum følir seg sárbaran, ein sum setur órealistiskar vónir til sín sjálvan. Sangurin er um ein sum ikki vil vísa eina ávísa síðu fram av sær sjálvum, eina síðu sum viðkomandi skammar seg yvir, eina síðu av sær sjálvum sum viðkomandi als ikki vil vísa tá tað kemur til ýggj parløg/vinabond.

Spurdur um hvat gav Danny Baldursson íblástur til at skriva sangin sigur hann, at hann gjarna vildi seta fokus á maskulinitet og tær væntanir sum samfelagið hevur av mansligu kynsrolluni. Hann vil vera við, at líknandi væntanir og normar hava álvarsligar avleiðingar fyri sálarheilsu og at hetta evnið skal meira fram í samfelagnum soleiðis, at samfelagsliga stigmatiseringin av sálarheilsu og mansligu kynsrolluni verður viðgjørd og normalisera.

Sangurin sum kom út á Spotify, og øðrum tónleikapallum, í síðstu viku hevur longu fingið

fleiri enn 10.000 spælingar.

Sangurin er framleiddur í studio hjá Símun Dam, Óli Poulsen hevur miksa og mastera sangin og sjónbandalagið er framleitt av Jákup Skovgaard Thøgersen og Pætur Høj hjá Raclip.

Sjónbandalagið til sangin er at finna á Youtube við at trýsta her. https://www.youtube.com/watch?v=fwWeTak4qVQ

Eru tit áhugaði í at fylgja við hvat Danny Baldursson kemur út við í næstum ber tað til at fylgja honum á sosialu miðlunum her:

www.instagram.com/dannybaldursson
www.facebook.com/dannybaldurssonmusicwww.tiktok.com/@dannybaldursson

Harleyfacadeacryl