Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Danny & The Veetos spæla umborð á Smyrli og í B36 húsinum

Jákup Ósá

(Finalan um Løgmanssteypið) Tað verður tað besta av tí besta, hvat tónleiki viðvíkur í upphitingini hjá KÍ viðhaldsfólkunum til steypafinaluna í morgin.

Á ferðini suður við Smyrli fara vælumtóktu Danny & The Veetos at spæla á sóldekkinum. Teir fara eisini at spæla í B36 húsinum, har KÍ viðhaldsfólkini hita upp, tá tey koma til Havnar. B36 húsið letur upp kl. 15.00.

Tað eru KÍ og Bláa Bylgjan, ið hava fingið hetta í lag. Møguleiki verður eisini at keypa nýggju fløguna hjá Danny & The Veetos, sum kallast Hint of Melancholy.

Smyril fer av Klaksvík leygardagin kl. 14.00.