Sukurdreingirnir úr Klaksvík eru á gøtuni við nýggjum lagi nevnt Tears
Sukurdreingirnir úr Klaksvík eru á gøtuni við nýggjum lagi nevnt Tears
Danny & The Veetos hava gjørt tað aftur. Ein kærleikssang við støði í føroyskum ungdómi. Vit verða førd inn í teirra univers gjøgnum eitt sera væl frágingið sjónbandalag. Sjónbandaløg eru eitt av vørumerkjunum hjá elektro/folk/pop orkestrinum úr Klaksvík.
Danny & The Veetos eru: Danny Baldursson, Páll Brim Joensen, Robert Waagstein, Jóhan Nolsøe, Símun Dam and Rúni Hentze.
Sí sjónbandalagi niðanfyri.




