Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dansistað til ung

John William Joensen

Eg minnist væl til seinasta val, har Tjóðveldisflokkurin lovaði, at nú skuldi ungdómurin fáa eitt dansistað, men enn einaferð bleiv ungdómurin svíktir.

Ongantíð hevur tað verið so ringt sum í hesari setuni. Trúði at ein tónleikari, sum Rani Nolsøe fór at fáa skil uppá hendan stóra trupuleika, men hann hevur onki gjørt hesu seinastu fýra árini.
Sjálvir havi eg fleiri ára royndir viðvíkjandi dansi og sleppi eg inn í Býráði týsdagin, er tað eitt tað fyrsta eg ætli mær igongd við og tað er at dansur aftur verður til ungdómin í Klaksvík. Loysnin kann vera, at Býráði leigar hølir til endamálið ella at privat sleppa at byggja eitt dansistað mitt í býnum.

Vilja til dansistað
Setið kross við

Jan Gardar