Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dansistevna í Klaksvík

John William Joensen

Dansistevna við framførslum av fólkadansi verður hildin í Batmintonhøllini í Klaksvík leygardagin 25. apríl 2009 við luttøku av dansifeløgum úr øllum landinum.

Tað er Dansihugni í Klaksvík sum skipar fyri dansistevnuni í ár, ið annars verður hildin annað hvørt ár við skiftandi feløgum sum verti runt um í landinum.

Dansistevnan byrjar longu kl. 10.00 flaggdagin við móttøku og ábiti fyri luttakandi dansifeløgunum og kl. 11. 45 verður dansistevnan sett av Jógvani Skorheim formanni í mentanarnevndini og varaborgarstjóra hjá Klaksvíkar býráð.

Seinnapartin flaggdagin frá kl. 16.30 til 18.30 verður almenn framførsla við fólkidansi í Batmintonhøllini og kostnaðurin fyri atgongmerki fyri vaskin er 50 krónur meðan tað er frítt at koma inn hjá øllum børnum í skúlaaldri.

Dansihugni vil við hesum bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin til Dansistevnuna í Batmintinhøllini í Klaksvík.

Dansistevnan endar við borðhaldi fyri limum, gestum og luttakandi dansifeløgum um kvøldi og aftaná hetta kemur Hallur Joensens band at spæla til dans fyri teimum.

Dansihugni