Danska fólkaskúlalógin varð broytt og sett í gildið skúlaárið 14/15. Í hesum sambandi skuldi skúladagurin verða longri enn áður, men nú rulla fleiri danskir skúlar hesa broyting aftur og royna styttri skúladagar, tí teir hava funnið hol í lógini, sum heimilar hesum.
Danska fólkaskúlalógin varð broytt og sett í gildið skúlaárið 14/15. Í hesum sambandi skuldi skúladagurin verða longri enn áður, men nú rulla fleiri danskir skúlar hesa broyting aftur og royna styttri skúladagar, tí teir hava funnið hol í lógini, sum heimilar hesum.
Í langa skúladegnum, sum varir frá 08.00 til 15.00 hvønn dag, skal vera so kallað styðjandi undirvísing (understøttende undervisning). Stutt sagt snýr hetta seg um, at í pørtum av degnum skal ein lærari og ein hjálparpersónur við aðrari fakligari vitan samskipa undirvísingina. Hetta skal eitast fyri, at styrkja yrkisføri í skúlanum.
Men hesin langi skúladagurin hevur í nógvum førum verið við til, at næmingarnir, teir síðstu tímarnir hava havt trupult við at hugsavna seg. – Hetta eru danskir politikarar eisini vorðnir varugur við nú, eftir at fleiri skúlar hava kært sína neyð.
Undirvísingarmálaráðið hjálpir skúlunum at tulka lógina
Hálvan januar fekk kommunan í Hvidovre bræv frá Undirvísingarmálaráðnum, sum í roynd og veru hjálpti kommuni at tulka fólkaskúlalógina, soleiðis at til ber at stytta skúladagin.
Hetta hevur givið skúlunum møguleikan, at burturbeina nakað av styðjandi undirvísingini og í staðin hava eina undirvísingarskipan, við tveimum lærarum samstundis. Hetta kann tykjast nokkso ógreitt, og tað er tað eisini. Fólkaskúlalógin er kanska meira vorðið til eina tulking, sum skúlarnir kring landið royna at gagnnýta.
Tann langi skúladagurin var annars ein av kjarnunum í nýggju fólkaskúlalógini. Men nú eru politiskar rembingar at hóma, tí fleiri politiskir flokkar eru sinnaðir endurskoða fólkaskúlalógina, men í fyrsta lagi í heyst, tá ið enn fleiri frágreiðingar eru komnar frá skúlunum kring landið.




