Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Danska og svenska sambandið kalt

Danial Viðoy

Góðan morgun: Grannaskapurin í millum Danmark og Svøríki er so vánaligur, at hann ikki kann gerast nógv verri enn tað sama.

Góðan morgun: Grannaskapurin í millum Danmark og Svøríki er so vánaligur, at hann ikki kann gerast nógv verri enn tað sama.

Tað sigur Anders Lindberg, sum er leiðandi journalistur fyri størsta blaðið í Svøríki, Aftonbladet.

Svenskir og danskir politikkarar hava síðani í heyst stríðst fyri, at finna eina loysn í sambandi við flóttafólkaavbjóðingina.

– Hesa tíðina er stemningurin landanna millum vorðin alt meiri spentur, sigur Anders Lindberg.

– Um vit ikki gevast nú, fer støðan at fáa álvarsligar avleiðingar fyri tey menniskju, sum búgva í Oyrasunds-økinum, og fyri samstarvið millum Danmark og Svøríki í heila tiki, ávarar hann.

Kelda: Ritzau