Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Danskarar flýggja úr fólkakirkjuni

Danial Viðoy

Danskarar flýggja úr fólkakirkjuni sum ongantíð fyrr. Tølini eru ræðandi, má sigast. Metnógvir danskarar hava meldað seg úr fólkakirkjuni seinastu árini.

Danskarar flýggja úr fólkakirkjuni sum ongantíð fyrr. Tølini eru ræðandi, má sigast. Metnógvir danskarar hava meldað seg úr fólkakirkjuni seinastu árini.

Sambært nýggjastu uppgerðini frá “Danmarks Statistik” meldaðu 21.118 limir seg úr fólkakirkjuni í 2012.

Talið av fráfarandi limum er vaksið 55% í mun til 2011. Samanborið við 2007 er tað talan um tríggjar ferðir so nógvar fráfarandi limir.

Talið av nýggjum limum í fólkakirkjuni er minkandi. Í 2012 fekk danska fólkakirkjan 44.387 nýggjar limir, sum eru 9.000 færri enn í 2007.

Í dag eru 79% av danska fólkinum limir í donsku fólkakirkjuni.

Hetta veit Berlingske frá at siga í morgun.

Harleywoodpaint