Danskur politikkur: Fyri fyrstu ferð er DF nú máldur til at verða størsti flokkur í Danmark. Hetta kom undan kavi í nýggjastu veljarakanningini.
Danskur politikkur: Fyri fyrstu ferð er DF nú máldur til at verða størsti flokkur í Danmark. Hetta kom undan kavi í nýggjastu veljarakanningini.
Í summar var Danski Fólkaflokkurin (Dansk Folkeparti) tætt við at gerast størsti flokkur umvegis eina veljarakanning, men tá var vóru tað Sosialdemokratarnir, ið gjørdust størstir. Nú er tað vent í holuni; DF liggur nú á fyrsta plássið og Sosialdemokratarnir á triðja plássi.
Hetta er fyrstu ferð at Danski Fólkaflokkurin er størstur og fyrstu ferð at hann er størri enn bæði Sosialdemokratarnir og Vinstri í eini veljarakanning, skrivar politiken.dk.
Veljarakanningin sigur, at DF fær 21,2 prosent av atkvøðunum og har við 37 tingsessir. Í hølunum á DF kemur Vinstri við 20,9 prosentum og á triðja plássi eru Sosialdemokratarnir við 19,8 prosentum av atkvøðunum.
Kristian Thulesen Dahl, formaður í Danska Fólkaflokkinum, er eitt sindur varin við at úttala seg um hesa nýggjastu veljarakanningina:
– Vit eru klár yvir at veljarakanningar kunnu vera svikaligar. Men vit eru eisini varug við, at um 7-8 mánaðir er Fólkatingsval. Nú ræður tað um, at varðveita tey, ið ætla at velja okkara flokk. Tað liggur hart arbeiðið fyri framman, sigur floksformaðurin.
Ein orsøk til at tann reyði blokkurin gongur aftur til hesa veljarakanningina, kann verða tað rumbli, ið stóðst av fíggjarlógini, tá ið hon varð lagt fram. Miðlarnir vóru á tremur við misjøvnum tilfari um nýggju fíggjarlógina.
Sambært hesi veljarakanningini misti tann reyði blokkurin ein tingsess, við tað at Sosialdemokratarnir mistu tveir, meðan Sosialistiski Fólkaflokkurin fekk ein meira í mun til seinasta fólkatingsval. Hinir flokkarnir standa í stað.
Keldur: Information og politiken.dk




