Nevndin í Norðoya Sparikassa hevur tikið avgerð um, at Norðoya Sparikassi framhaldandi verður partur av teirri Privatu Tilbúgvingini, verður sagt í tíðindaskrivi
Nevndin í Norðoya Sparikassa hevur tikið avgerð um, at sparikassin framhaldandi verður við í teirri Privatu Tilbúgvingini ”Det Private Beredskab”. Hetta merkir, at danski staturin komandi tvey árini veitir trygd fyri øllum innlánum í Norðoya Sparikassa.
Danski staturin hevur latið eina tvey ára trygd fyri øllum innlánum í peningastovnum í ríkinum, og eftir avtalu við fíggjargeiran skal Privata Tilbúgvingin umsita og fíggja trygdina, ið er galdandi frá 6. oktober 2008 og tvey ár fram.
Samlaða árliga tryggingargjaldið, ið peningastovnarnir skulu rinda, er 7,5 mia. kr. Árligi parturin hjá Norðoya Sparikassa er umleið 7 mió. kr. Harumframt kemur ein partur av samlaðu ábyrgdini uppá 10 mia. kr. eins og ein møgulig hækking av tryggingargjaldinum, um tær 25 mia. kr., ið tryggingargjaldið og ábyrgdin eru tilsamans, ikki røkka. Ábyrgdin og ein møgulig hækking av tryggingargjaldinum kunnu í ringasta føri kosta sparikassanum umleið 16 mió. kr. hvørt árið.
Hetta gjaldið fer at minka tilsvarandi um avlop sparikassans.
Danski staturin veitir nú trygd fyri øllum innlánum í Norðoya Sparikassa.
Nevndin í Norðoya Sparikassa hevur tikið avgerð um, at Norðoya Sparikassi framhaldandi verður partur av teirri Privatu Tilbúgvingini
Nevndin í Norðoya Sparikassa hevur tikið avgerð um, at sparikassin framhaldandi verður við í teirri Privatu Tilbúgvingini ”Det Private Beredskab”. Hetta merkir, at danski staturin komandi tvey árini veitir trygd fyri øllum innlánum í Norðoya Sparikassa.
Danski staturin hevur latið eina tvey ára trygd fyri øllum innlánum í peningastovnum í ríkinum, og eftir avtalu við fíggjargeiran skal Privata Tilbúgvingin umsita og fíggja trygdina, ið er galdandi frá 6. oktober 2008 og tvey ár fram.
Samlaða árliga tryggingargjaldið, ið peningastovnarnir skulu rinda, er 7,5 mia. kr. Árligi parturin hjá Norðoya Sparikassa er umleið 7 mió. kr. Harumframt kemur ein partur av samlaðu ábyrgdini uppá 10 mia. kr. eins og ein møgulig hækking av tryggingargjaldinum, um tær 25 mia. kr., ið tryggingargjaldið og ábyrgdin eru tilsamans, ikki røkka. Ábyrgdin og ein møgulig hækking av tryggingargjaldinum kunnu í ringasta føri kosta sparikassanum umleið 16 mió. kr. hvørt árið.
Hetta gjaldið fer at minka tilsvarandi um avlop sparikassans.
—————-
Les eisini:




