Løgmaður segði tað í gjár, og nú sigur danski Tjóðbankin tað eisini. – Ferðin á føroyska búskapinum má setast niður.
Løgmaður segði tað í gjár, og nú sigur danski Tjóðbankin tað eisini. – Ferðin á føroyska búskapinum má setast niður.
“Eftir fleiri ár við hækkandi inntøkum millum annað orsaka av høgum laksaprísum og góðum fongi av makreli og sild, heldur hákonjunkturin fram at vaksa við øktari styrki í 2016.” Tað sigur danski Tjóðbankin í eini búskaparfrágreiðing í dag. Bankin ávarar um, at vandi er fyri búskaparligari yvirupphiting, serliga innan byggivinnuna.
Bankin mælir tí til
· at bygnaðarliga hallið hjá tí almenna verður vent til avlop skjótari enn ætlað.
· at vandin við fíggjarliga haldførinum verður fingin uppá pláss beinan vegin.
· at fíggjarstýringin hjá landskassa og kommunukøssum verður samskipað, soleiðis at ein samlað fíggjarstýring fast fyri almennu kassarnar.
Mæla til færri skattafyrimunir hjá handverkarum
Ein máti sum Tjóðbankin beinleiðis mælir til at nýta, fyri at minka um ferðina í búskapinum, er at fáa handverkarar uttanlands at koma til Føroya at arbeiða.
“Eitt stórt tal av føroyingum, serliga innanfyri handverk og byggivinnu, búgva í Føroyum men arbeiða uttanlands orsaka av hægri løn og skattafyrimunum. Landsstýrið kann partvís minka um tørvin av arbeiðsmegi við at minka um hesar skattafyrimunirnar. Tað hevði eisini minkað um vandan fyri yvirupphiting og hevði samstundis økt um skattainntøkurnar,” sigur Tjóðbankin.




