Seinnapartin í dag kemur danski umhvørvismálaráðharrin Hans Christian Schmidt á vitjan hjá Eyðun Elttør, landsstýrismanni í umhvørvismálum.
Vitjanin er komin í lag, eftir at havumhvørvismál í januar mánaði vóru yvirtikin sum føroyskt málsøki. Í sambandi við yvirtøkuna avtalaðu umhvørvismálaráðharrin og landsstýrismaðurin, at ein samstarvsavtala skuldi gerast millum donsku og føroysku umhvørvisfyrisitingarnar.
Á vitjanini, sum varðar í 4 dagar, skulu umhvørvismálaráðharrin og landsstýrismaðurin undirskriva samstarvsavtaluna.
Umframt fundir við landsstýrismannin í umhvørvismálum, skal umhvørvismálaráðharrin vitja veðurstøðina á Sornfelli, og deildina fyri Arbeiðs- og Almennaheilsu, har kunnað verður um kviksilvur og PCB kanningarnar.
Leygardagin verður farið til Klaksvíkar og Viðareiðis.
Vitjanin endar sunnudagin 27. apríl.




