Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Danski uttanríkisráðharrin ikki verið inni í málinum um Skálaberg

John William Joensen

Hóast føroyskir myndugleikar vissa um at allar kanalir verða brúktar til at skunda undir russiskar myndugleikar, so hevur málið ongantið verið á borðinum hjá danska uttanríkisráðharranum

Eins og vit skrivaðu fyrr í dag so er tætt samstarv millum føroyska fiskimálaráði, føroyska uttanríkisráði og danska uttanríkisráði.

Men danska uttanríkisráði ger greitt at tað eru føroyskir myndugleikar sum hava málið um hendi.

Fyri løtu siðan váttar danska uttanríkisráði at málið um handtøkuna av Skálabergi ikki hevur verið á borðinum hjá danska Uttanríkisráðharranum. Sostatt verður vátta at danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, hevur ikki persónliga verið inni í málinum, verður vátta í telduposti frá Danska uttanríkisráðnum.