Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Danskt stand-up í toppklassa í Mentanarhúsinum

Tíðindaskriv

Komandi leygarkvøld, tann 10. mei kl. 20.00, verður danskt stand-up á høgum støðið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Teir sum framføra hetta kvøldið eru Thomas Hartmann, Anders Fjelsted og Morten Wichmann.

Komandi leygarkvøld, tann 10. mei kl. 20.00, verður danskt stand-up á høgum støðið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Teir sum framføra hetta kvøldið eru Thomas Hartmann, Anders Fjelsted og Morten Wichmann.


Nevnast kann, at Thomas Hartmann er ein av teimum heilt stóru komikarunum í Danmark, og hevur heili 16 ár á baki sum stand-up komikari, so vónirnar eru góðar fyri at fáa eitt serstakliga stuttligt kvøld. Les nærri um komikararnar á www.fbi.dk

Atgongumerki á 195,- kunnu keypast í Tutl, í Haraldsen ella við at trýsta á hesa leinkju:https://www.ebillet.dk/simple/buy.listtt.aspx?&refno=15891

Eitt sindur um “Comedy Zoo On Tour”. FBI.dk ið er tann størsta fyritøkan í Danmark innanfyri stand-up og komikarar, og tey skipa fyri einum túri runt alt Danmark (og nú eisini í Føroyum), har 3 útvaldir stand-up komikarar framføra saman í ein heilan mánaða í senn. Hesa avtalu er Mentanarhúsið nú eisini vorðin partur av. Talan er um eina avtalu, ið Mentanarhúsið hevur fingið í lag, sum inniber at FBI.dk sendir 3 komikarar til Fuglafjarðar nakrar ferðir um árið. Hetta er næstu ferð hetta verður roynt í ár og fyrstu ferð vóru Omar Marzouk, Carsten Eskelund og Michael Schiøt og vitjaðu. Fleiri stand-up komikarar vitja seinni í ár, og til ber at fylgja við hesum á www.mh.fo

Mentanarhúsið