Team Klaksvík fær nú fyrrverandi VÍF og Kyndla leikara í hópin afturat.
Team Klaksvík fær nú fyrrverandi VÍF og Kyndla leikara í hópin afturat.
Martin Ritto spældi seinasta kappingarár við VÍF. Í ár byrjaði hann kappingina í Kyndli, men gavst í felagnum. Nú hevur hann so gjørt avtalu við Team Klaksvík.
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, venjari hjá Team Klaksvík, greiðir soleiðis frá, hví Martin er endaður í Team Klaksvík.
– Tað stutta av tí langa er, at vit vistu, at hann var givin i Kyndil. So spurdu vit, um hann hevði hug at koma til okkum, og tað hevði hann. Hann er ein kvikur leikari við einum breiðum úrvali av skot møguleikum. Hann er fyrst og fremst ætlaður til vinstra vong, men kemur eisini at loysa av á øðrum plássum. Hetta ger okkara breidd betri, tí hon hevur ikki verið nóg góð. Tað sóu vit best seinast móti KÍF. Til slíkar støður, tá liðini fara út at mansuppdekka bæði Igor Petrikeev og Zarko Pejovic, so kann Martin tilføra okkum nógv í teimum støðunum, vænta vit, sigur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein.
Kann helst spæla komandi dyst
Martin Ritto hevur spælt ein dyst fyri HC Kvívík fyri stuttari tíð síðani, men hetta var uttan spæliloyvið, ið framvegis liggur í Kyndli. Tískil verður roknað við, at Martin longu komandi vikuskiftið er lógligur at spæla fyri Team Klaksvík, sum tá vitjar STÍF.
Martin Ritto spældi 13 dystir fyri VÍF og skoraði 61 mál í fjør, meðan hann í ár spældi 2 dystir og skoraði 8 mál fyri Kyndil.




