Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dansur er í býnum

Oliver Joensen

Fríggjadagin og leygardagin koma børn og ung úr Norðanlondum at dansa fólkadans í Klaksvík. Dansað verður báðar dagarnar í Vágstúni og á Biskupstorginum. Fríggjadagin verður dansað frá kl. 15. til kl. 16. Leygadagin verður dansað frá kl 16 – 17. Í Vágstúni verður høvi at síggja børn úr Finnlandi, Svøríki, Danmark og Føroyum. Leygardagin dansa børnini úr Klaksvíkar Dansifelag í Vágstúni. Á Biskupstorginum dansað børn úr Norra, Finnlandi, Svøríki og Føroyum. Íslendingar og grønlendingarnir dansa saman við øðrum børnum á ellisheimum í Klaksvík. Luttakararnir eru í búna meðan dansað verður. Veðrið verður væntandi gott hesar dagar, og stuttligt hevði verið um børnini høvdu áskoðarar til hesar framførslur. Dansurin í býnum er partur av skránni hjá norðurlendsku barnadansistevnuni Barnlek, ið á fyrsta sinni verður hildin í Føroyum.

Sláið Ring og Klaksvíkar Dansifelag