Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dansur í Føroyahúsinum

Oliver Joensen

ÌF Føroyar skipar fyri dansi í Føroyahúsinum við kendum monnum á pallinum.

Nú tey føroysku lesandi eru komin aftur til flatlandið og væl inni í lestnaði, verður skipað fyri dansi leygarkvøldið 1. oktober í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. á pallinum verða kendir menn: Eyðun Nolsøe við guitari og songrødd, Hans Petur í Brekkunum við saksofon og songrødd, Høgni Lisberg á trummum og Agnar lamhauge spælir bass. Í steðginum fer DJ Eyðfinn Drewsen at halda lív í sum plátuvendari.
Á 1. hædd verður ein sokallað skotbarr og altjóða tónleikur at hoyra og síggja á stórskýggja fyri fyrstu ferð í húsinum. Dansurin er millum kl. 22.00 og 04.00. Vegna grannar hjá Føroyahúsinum stongir portrið um miðnátt.
Tað er ítróttarfelagið ÍF Føroyar sum skipar fyri tiltakinum leygarkvøldið. vit vóna at nógv fólk fara at stuðla okkum til hetta góða tiltak. Vit meta at hava funnið gott fólk og vit hava kunngjørt væl við plakatum, verður sagt úr Keypmannahavn.