Leygarkvøldið 21. nov skipar Stuðulsfelagið Dragin fyri dansi í Skálanum.
Tá verður gamlamannadansur við
góðum, gomlum dansitónleiki, sum bólkurin " Friends " spælir.
Av tí at fólk ofta hava lyndi til at koma heldur seint í dans, verður heitt á fólk um at koma í dans áðrenn miðnátt,
tí tað gevur bæði betri og longri dansihugna – Tað er heilsu- og rørsluár í ár, so tað ræður um at dansa so nógv sum gjørligt.




