Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dartkapping á Norðoyastevnu

Jákup Ósá

Leygardagin á Norðoyastevnu verður dartkapping í hølunum hjá Klaksvíkar Dartfelag. Kappast verður í 501 og verður tað spælt Cup frá byrjan. Spælt verður best av 7 settum heilt fram til finaluna ið verður best av 9 settum.

Kappingin byrjar aftaná kappróðurin t.v.s kl. 18 og lata hølini upp 1 tíma undan kappingarbyrjan. Aftaná kappingina verður Show Double, har tað verður trekt um makkara. Teir ið koma í kvartfinaluna verða styrkismettir, so teir ikki kunnu gerast makkarar.
Kostnaður fyri kappingarnar er:
Einstaklingar 100 kr.
Showdouble 100 kr.
Um tú ert við í báðum kappingunum, so kostar tað bara 100 kr. fyri báðar

Steyp og medaljur verða latin til nr. 1, 2 og 3 hjá einstaklingum og í showdouble verða medaljur til 1, 2 og 3.