Frá Heilsufrøðiligustarvsstovuni verður sagt at tann datomerkingin sum er á matvøruni til einhvørja tíð er galdandi
Áðrenn kunngerðin um datomerking kom í gildi í Føroyum, var vanligt at handilsmen flutt kølivørur yvir í frystaran tá vøran var um at fara forbí datomerkingina, men hetta er ikki loyvt, verður sagt av Heilsufrøðiligustarvsstovuni.
– Antin er ein vøra fesk og liggur í kølaranum ella er hon frystivøra.
– Tað er ikki loyvt at flyta eina vøru úr kølaranum yvir í frystaran bara tí datomerkingin er um at vera ov gomul.
– Orðsøkin til hetta er at tá ein vøra kemur frá framleiðara sum frystivøra, tá er hon fryst inn í gjøgnum og harafturat er vøran fesk tá hon verður fryst.
– Ein vøra sum hevur ligið í einum kølidiski og síðani verður flutt yvir í eina frystiboks verður ongantíð fryst ígjøgnum tí at frystiboksirnar í handlinum megna snøgt sagt ikki at frysta ígjøgnum.
– Tí er tann vørumerkingin sum til einhvørja tíð er á vøruni galdandi, og tí kunnu handlar ikki selja matvørur sum eru farnar útum vørumerkingina, bert tí at tær eru frystar.




