Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dávavirkið ein sonn perla fyri tónleikaáhugaðan ungdóm

Hannefía Joensen

Við nýggju møguleikunum, sum tónleikaáhugaður ungdómur hevur fingið í nýggja tónleikadeplinum Dávavirkinum, kann sigast at Klaksvík hevur fjøltáttað, sum fáa aðrastaðni.

Leygardagin var stór móttøka fyriskipað í nýggja Dávavirkinum, sum Klaksvíkar Kommuna saman við “Húsinum” hevur latið upp til gagns fyri tónleikaáhugaðan ungdóm í kommununi.

Eldsálin Beinta Árnadóttir Gregersen, ið er leiðari av Húsinum, hevur í tøttum samstarvi við mentanarnevndina í býráðnum, staði fyri inrættingini av hølunum, sum eru leigaði frá Finni Johannesen.

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri fegnaðist í røðu síni um hetta tilboð, sum býráðið nú kundi bjóða ungdóminum. Hann helt, at rútmiski tónleikurin nú hevði fingið uppibornar umstøður at virka undir, og hann legði eisini dent á, at Dávavirkið fór at vera eitt royk- og rúsfrítt hús, eins og Húsið er tað.

Gunnvá við Keldu, sum er formaður í mentanarnevndini segði millum annað: “Vit kunnu siga at hesin søguligi bygningurin "Dávavirkið" sum tey miðaldrandi og eldru kenna sum eitt fiskavirkið, hevur lagt framleiðsluna um. Her er ígjøgnum tíðina nógvur fiskur viðgjørdur og átti hetta virkið lívið í nógvum heimum í býnum. Tað er ikki so lítið Dávavirkið hevur verið við til at stuðla undir kommununa, reint fíggjarliga.

Nú verður spennandi at síggja hvussu tann skapandi framleiðsla tey ið koma at húsast her fer at vera. Kundi eisini verið áhugavert og gott fyri býin um hetta tiltak var ein av grundarsteinunum og kanska kom at vera eitt bein afturat at standa á fíggjarliga sum ein býur og eitt land, nú mentan og tónlist avloysir eitt fiskavirki.

Eini 150 til 200 fólk høvdu leitað sær til móttøkuna, og gott høvi var at síggja umstøðurnar. 8 ymisk rúm eru til tónleikabólkarnar, og rúmini eru sponsoreraði av ymsum fyritøkum. Alt er gjørt við tónleiki fyri eygað og tí eru rúmini eisini isoleraði, soleiðis at tónleikabólkarnir ikki órógvað hvønn annan. Harafturat er stór høll, ið kann nýtast til konsertir og ymisk tiltøk.

Fleiri tónleikabólkar hava longu leigað seg inn í hølini og summir eru longu farnir ígongd.

Ætlanin var at eisini skuldi vera konsert leygarkvøldið, men orsakað av at góðkenning ikki var fingin frá brunaumsjónini, var konsertin avlýst.