Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dávavirkið tikið alment í nýtslu: Framúr venjingarumstøður til tónleikabólkar

John William Joensen

Leygardagin varð Dávavirkið tikið alment í brúk, og nógvu gestirnir kundu staðfesta, at tónleikabólkar nú fáa framúr umstøður at venja og eisini framføra á palli.

Dávavirkið eitur staðið, har lokalu tónleikabólkarnir nú fáa sera góðar og rúmar umstøður at venja og framføra á palli.

Klaksvíkar Kommuna hevur leigað alla tað ovastu hæddina í Dávavirkinum, áleið 600 fermetrar, til hetta endamálið frá Finnur Johannesen o.ø., sum hava innrættað hæddina til endamálið.

Tað er leiðarin av Virkishúsinum fyri Ung, Beinta Árnadóttir Gregersen, sum í samstarvi við býráðið hevur tikið stig til Dávavirkið, sum eisini fer at verða rikið og umsitið av Virkishúsinum.

Væl av fólki møttu til hátíðarhaldið leygardagin, har nakrar tónleikaframførslur vóru.

Beinta bjóðaði vælkomið og greiddi í stuttum frá Dávavirkinum.

Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri og Gunvá við Keldu mentanarnevndarforkvinna hildu røður, og Gunvá handaði somuleiðis Dávavirkinum ein málning av Frits Johannesen úr Fuglafirði. Ógvuliga hóskandi vóru nakrir tónleikarar motivið í málninginum, sum fær pláss á sjónligum staði í Dávavirkinum.