Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

David gjørt nýggjan sáttmála við KÍ

Jákup Ósá

Hann hevur í ár spælt sum miðverji, sentralur miðvallaleikari, vinstri bakkur, vinstri vongur og høgri vongur. Nú hevur U21 landsliðsleikarin, sum kann røkja so nógv pláss, gjørt nýggjan sáttmála við KÍ.

David Langgaard hevur fingið sítt gjøgnumbrot í KÍ í ár. Hóast hann fekk sínar fyrstu minuttir í fjør, so er tað í ár, at hann hevur spælt fleiri dystir frá byrjan og avrikini hava verið góð. So góð, at boð eisini vóru eftir honum til U21 landsliðið seinast. Tað sum kanska serliga ger David góðan fyri hópin er, at hann framum aðrar kann røkja so nógv ymisk pláss uttan at tað ávirkar stórvegis. Tí hevur hann eisini longu røkt flestu plássini á KÍ liðnum onkran dyst. Seinastu tíðina hevur hann spælt á vinstra bakki ella vinstra vong bakki.

Sáttmálin millum KÍ og 21 ára gamla David Langgaard er galdandi fram til og við kappingarárinum 2018.