Tónlistahugaðir føroyingar kunnu gleða seg, og seta ein kross í kalendaran fyri tann 18. juni 2013. Nakað eftir klokkan 20:00 hetta ljósa summarkvøldi trínur nevniliga framúrskarandi amerikanski tenorurin David Phelps aftur á pall í Føroyum.
Tónlistahugaðir føroyingar kunnu gleða seg, og seta ein kross í kalendaran fyri tann 18. juni 2013. Nakað eftir klokkan 20:00 hetta ljósa summarkvøldi trínur nevniliga framúrskarandi amerikanski tenorurin David Phelps aftur á pall í Føroyum. Navnframi Phelps gjørdist gerandis-gestur í nógvum føroyskum heimum, eftir at hann fyri nøkrum árum síðani byrjaði at syngja saman við Gaither Vocal Band og annars við øðrum góðum tónlistafólki í tiltiknu Gaither Homecoming sangupptøkunum. Í 2006 vitjaði hann so í Føroyum fyri fyrstu ferð, tá hann framførdi á Summarfestivalinum í Klaksvík saman við góðum føroyskum bólki. Hóast vánaligt veður, regn og runutan vøll, so stendur hendan konsertin sum ein varði hjá fleiri, og verður ofta umtala sum verandi millum tær bestu nakrantíð.
Tá David Phelps hesuferð trínur á pall í Nebo á Toftum, verður tað við egnum bólki. Ferðalagið telur 9 fólk, og verður tað uttan iva eitt satt upplivilsi at hoyra tiltiknu Nashville-tónleikararnar saman við framúrskarandi røddini úr Tomball, Texas, í vælljóðandi høllini hjá Nebo. Konsertin verður eitt bland úr fjøbroytta sangskattinum hjá David Phelps, har hann fer at framføra nakað av egnum tilfari, nakað av nýggjastu útgávuni “Classic” og ikki minst – ríkiligt av tiltiknu Gaither-klassikarunum, sum føroyingar kenna hann so væl fyri.
Tað er GJAMMA-Live, sum skipar fyri konsertini. Alt yvirskotið av konsertini verður latið samkomuhúsinum Nebo. Atgongumerki kosta 295,- og kunnu bíleggjast á heimasíðuniwww.gjamma.com




