Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

David Phelps spælir sunnudagin kl. 15.30

John William Joensen

Summar Festivalurin bjóðaði nakrar fantastiska konsertir leygarkvøldið. Tað eydnaðist at fáa øll tey útlendsku nøvnini á pallin uttan Shubiuda og David Phelps. Shubidua gav avboð vegna sjúku, men konsertin við David Phelps verður á Vágsbøi sunnudagin kl. 15.30

Tað var neyðugt at gera fleiri broytingar í skránni á Summar Festivalinum leygarkvøldið, tí ólag var á flogferðsluni.
Nakrir føroyskir bólkar fingu møguleikan at spæla á stóra pallinum, og tann møguleikan tóku teir við lít. Konsertirnar við Anfinn & Co og Eyðun & Terja vóru framúrskarandi, og Hanus G. Johansen hevði eisini eina frálíka solokonsert.

Johnny DeLuxe fingu Vágsbø at kóka við sínum lívliga popprocki, og so var tað uppgávan hjá geniala Roger Hodgson at seta punktum leygarkvøldið við sínum legendarisku sangum.

Eitt fantastiskt festivalkvøld, hóast fleiri broytingar í skránni!