Kendi gospelsangarin, David Pheplps, sum Kl. 15:30 skal hava framførslu á Vágsbø á Summarfestivalinum, liggur í løtuni á báti í Djúpunum.
David Phelps ynskti sjálvur at uppliva eitt sindur av Føroyum, hóast tíðin er knøpp.
Veðrið er sera umskiftiligt í løtuni, men amerikanska ferðalagið var sera væl nøgt við føroyska landslagið.
– Her er ótrúliga vakurt, og alt er merkt av friði, var ein av viðmerkingunum frá David Phelps, á túrinum.
Hann er komin heim úr USA til Summarfestivalin, og fer beinleiðis aftur til USA har hann er á konsertferð.
David Phelps og bólkurhansara verða í Klaksvík umleið kl. 13.




