Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dávur Winther, skrivar: Hendingaríkt vikuskifti í Klaksvík

Oliver Joensen

Tað sigst frá Logos Hope, at Klaksvík longu hevur yvirhálað vitjanarmetið í Tórshavn í stórum stíli

Stór MU svimjukapping fyri unglingar upp til 16 ár var í svimjihøllini
Summarrenningin úti hjá Treysti við heitinum Renn fyri hielsuna var fyri aðru ferð, har eini hundrað runnu við.
Flaggdagshald í Vágstúni, har John William Joensen, blaðmaður helt røðu.Við í skrúðgonguni vóru umframt skótar og Klaksvíka Hornorkestur eisini umboð fyri Logos Hope.
Aftaná varð boðið til flaggdagskaffí hjá KFUM & K.
Dansihugni skipaði fyri dansistevnu í Badmintonhøllini við 340 luttakarum frá øllum landinum
Ymisksr kappingar hjá KÍ
Billardfelagið hevði opið hús
Tjóðveldi hevði tjóðveldiskaffé

Logos Hope hevur sett stóran dám á Klaksvík hetta vikuskiftið, har tað sigst frá skipinum, at Klaksvík longu hevur yvirhálað vitjanarmetið í Tórshavn í stórum stíli.

Í leygarkvøldið var Logos Hope-kvøld í KÍ høllini, har meir enn 1500 fólk ymiskar staðir frá savnaðust til eina fleirtjóða-kunning.

Umframt at greiða frá vikri felagsins OM, við aðalsettninginum: Kunnleiki, hjálp og vón, so sungu og dansaðu tey, høvdu fløgg a lofti, hópin av ljós og royk-showi. Tá læt tað so stillisliga úr einum eldri manni: “Tað eru mein 60 ár síðani eg havi verið dansi” – tó fegnaðist hann um at hava upplivað tann stóra ymiskleika tær nógvu tjóðirnar høvdu at sýna fram.

Hópin av fløggum vóru á pallinum frá teimum 42 ymisku tjóðunum, sum sigla við Logos Hope.
Onkur saknaði tað føroyska flaggið, sum Logos Hope siglir undir. Men tað kom til seinast upp og fyllti næstan allan pallin. Tá kom róp í og fólk klappaðu.

Við tykkara flaggi er ætlan okkara at fara um allan heimin við kunnleikai, hjálp og vón, segði frásøgumaðurin.

Harleywoodpaint