Fiskimálaráðharrin skal í kvøld greiða frá og forsvara søk føroyinganna í makrel og sildastríðnum í sendingini Deadline á DR2. Sendingin byrjar klokkan 21.30 føroyska tíð.
Fiskimálaráðharrin skal í kvøld greiða frá og forsvara søk føroyinganna í makrel og sildastríðnum í sendingini Deadline á DR2. Sendingin byrjar klokkan 21.30 føroyska tíð.
Jacob Vestergaard fær í kvøld møguleikan í almennum donskum sjónvarpi, at greiða kanska serliga danskarum frá makrel og sildastríðnum.
Jacob Vestergaard visti ikki at siga, um hetta verður eitt kjak við annan politikara, ella um tað bert verða hann og verturin í sjónvarpsstovuni.
Hvat verður á skránni, ber so til at síggja á DR2 klokkan hálvgum tíggju føroyska tíð.




