Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

‘’Debut’’ mál frá Ingason og Pól Jóhannus

Jákup Ósá

HB og EB/Streymur leiktu venjingardyst í Gundadali í morgun.

HB og EB/Streymur leiktu venjingardyst í Gundadali í morgun.

Talan var um fyrsta venjingardystin hjá báðum feløgunum. Og tað merkti eisini dystin, har nógvir feilir blivu gjørdir. EB/Streymur hevði yvirtakið í fyrra hálvleiki, meðan HB sat á seinna hálvleiki. Telir ein venjingadyst sum ‘’debut’’ dyst, so fingu vit tvey ‘’debut’’ mál í dag, tí tveir av leikarunum skoraðu í sínum fyrstu dystum fyri síni nýggju feløg. Poul Ingason legði HB á odda eftir hornaspark í fyrra hálvleiki, meðan Pól Jóhannus Justinussen javnaði stutt eftir hálvleik. Andrew av Fløtum legði HB á odda, áðrenn 15 ára gamli Teit Jacobsen – eisini í sínari ”debut” – skoraði til endaligu støðuna 3-1 til HB.

Hjá HB byrjaðu hesir: Teitur M. Gestosson – Rógvi Holm, Gunnar Haraldsen, Jóhan T. Davidsen, Pál M. Joensen – Heini Vatnsdal, Tróndur Jensen, Páll M. Joensen – Poul Ingason, Kristin Mouritsen, Andrew av Fløtum. Í seinna hálvleiki komu Teit Jacobsen, Bartal Wardum og Tummas Knudsen á vøllin.

Hjá EB/Streymi byrjaðu hesir: Jákup Andrias Hansen – Jónas Tór Næs, Gert Hansen, Andru Poulsen, Jóhannes Hansen – Pól Jóhannus Justinussen, Rói Olsen, Niels Pauli Danielsen – Leif Niclassen, Jónstein Magnussen, Arnbjørn Hansen. Í seinna hálvleiki komu fleiri ungir leikarar á vøllin hjá EB/Streymi.

Bæði liðini manglaðu sostatt nógvar leikarar vegna skaðar og aðrar orsøkir.

Mynd: HB

Harleyfacadeacryl