Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Débutanturin” stóð royndina

Jákup Ósá

Avrikið hjá Oddmar Marsten, ið leikti sínar fyrstu minuttirí bestu deildini í dag, var so mikið gott, at hann av Bláu Bylgjuni bleivvaldur til dagsins leikara.

 

19 ára gamli Oddmar Marsten bleiv kastaður fyri “leyvurnar”í dag, tá hann leikti sínar fyrstu minuttir. Og ikki kann sigast annað enn, athann stóð royndina. Verjuparturin hjá KÍ hekk betri saman enn leingi og B36 komikki til tað heilt stóra av mál møguleikum.

 

Til hvønn dyst velur Bláa Bylgjan dagsins leikara og í dagvar mett, at avrikið hjá Oddmar Marsten var so mikið gott, at hann fekkheiðurin sum dagsins leikari frammanfyri Kristoffur Jakobsen og Atla Danielsen.Síðst nevndi hevur eisini fingið eina frálíka byrjan í KÍ eftir heimkomuna tilbarnsdómsfelagið.

 

Oddmar er næsti leikarin í ár, sum fær sína “début” á bestaliðinum. Frammanundan hevur Helgi Samson eisini fingið sínar fyrstu minuttir.