Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Deep Purple brak í Dansifrøi

Tíðindaskriv

Leygarkvøldið 4 Maj verður Deep Purple brak í Dansifrøi við íslendska rokkbólkinum Dúndurfréttir. Hesin bólkur hevur verið í Føroyum tryggjar ferðir áður; fyrstu ferð í 2009, tá ið bólkurin framførdi The Wall eftir Pink Floyd saman við Føroya Symfoniorkestri fyri trimum fullsettum húsum í Nlh, og á øðrum sinni í 2011, tá ið bólkurin framførdi The Dark Side of the Moon eftir Pink Floyd, har vóru um 800 áhoyrarum. Eisini í 2012 til eitt Led zeppelin kvøld.

Nú koma Dúndurfréttir so aftur til Føroya, hesuferð við tónleiki eftir Deep purple . Tónleikararnir í bólkinum eru sera virknir á íslendska tónleikapallinum;
Her í Føroyum hava Deep purple altíð veri sera stórir og nógvar lp plátir av Deep purple eru at finna í ymiskum heimun í Føroyum.
Deep purple hava nógv stór hitt sum.

Black Night
Speed King
Child In Time
Strange Kind Of Woman
Fireball
Smoke On The Water
Highway Star
When a Blind Man Cries
Woman From Tokyo
Burn
Stormbringer
Perfect Strangers

Aftaná konsertina við Dundurfrettir verður dansur og konsert við føroyska bólkinum Deiggj. Deiggj hava seinastu árini lagt dentin á at spæla klassiskan rock frá sjetiárunum. Serliga kendir eru teir frá teimum sokallaðu Uriah Heep tiltøkunum har m.a. John Lawton hevur verið serligur gestir fleiri ferðir. Deiggj spæla eisini løg hjá Clapton, Gasolin, Rolling Stones, the Doors, Dire Straits o.a. sum kemur undir genruna classic rock. Kvøldið fer at leggja upp til hugna við feitum rock tónleiki og eisini verður høvið at keypa mat og okkurt at skola niður við. Plássið er avmarkað so tí er neyðugt at tryggja sær eitt atgongumerki í góðari tíð. 

Atgongumerki kunnu keypast hjá Tutl.fo og ebillett.fo