Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Déjá-vu

Oliver Joensen

Jú, vit halda okkum so avgjørt hava sæð tað áður. Hugin hjá ávísum flokki at koma við lønandi uppskotum. Nú fyri at endurvinna álit veljarans. “Vanligi føroyingurin” tykist nú aftur hava uppiborið størri rættindi í egnum landi. Demokratiið skal styrkjast, verða meira opið og viðkomandi, og lættari skal vera hjá minnilutum at krevja fólkaatkvøðu. Nú skal fyrst stýrisskipanarlógin broytast ( yvir tvey løgting !!), men tá høvi býðst, eisini aðrir partar av stjórnarskipanarlógini.

Formaður tjóðveldis stuðlaði fyri nøkrum árum síðani, við flokki sínum í andstøðu, broytingaruppskot til  vallógina, sum javnaðarlandsstýrið legði fram. Hann tryggjaði harvið, saman við øðrum, landinum  eitt valdømi í staðin fyri sjey. 

Við teprum meiriluta skerdi løgtingið tá demokratisk rættindi hjá valfeløgum úti um landið at stilla upp egnu valevni og arbeiða politiskt, eisini fyri áhugamálum í sínum valdømi. Í staðin royndi tingið at sentralisera politiskt vald og avgerðarrætt til høvuðsstaðin. Hetta fór at vera fullgjørt, tá flokkarnir høvdu vunnið sær ræði og ávirkan á miðlarnar, valdu at stilla valevni upp í nummarrøð, og nóg nógvur peningur kravdist fyri at verða valdur á Føroya løgting. 

Mótstøðan úti um landið var hørð, men uppskotið varð kortini samtykt. Fyri at sissa fólkið boðaði formaður floksins beinanvegin frá, at úrslitið  var órættvíst. Um samgongan ikki broytti valskipanina aftur, vildi hann sjálvur leggja uppskot fram um rættvísari valskipan til komandi val. – Einki hendi. Tóm lyfti og fyrigyklan. Sentraliseringin kundi ótarnað halda fram.

Einki yvir at dylja: Veljarin, vanligi føroyingurin, metti eitt valdømi at vera stórt politiskt mistak, og vendi flokkinum bakið. Flokkurin misti umboðan í pørtum av landinum, og hevur síðani havt torført við at fóta sær aftur.

Í dag ásanna allir flokkar, at broytingin var eitt mistak, og mælt verður alment til at fara aftur til sjey valdømir. Neyvan munnu tingfólk vera sinnað at bøta mistakið hesaferð heldur. Undir yvirskriftum sum : “Vanligi føroyingurin skal hava størri vald” og “ Vit skulu lurta eftir minnilutunum” ger flokkurin við sama formanni á odda enn eina roynd  við føgrum orðum at endurvinna álit veljarans. Ikki kann sigast annað enn at ein gamalkendur roykur av opportunismu hongur uppivið uppskotinum.  Jú, Déjá- vu . Úrslitið kunnu vit bara gita um. Veljarin er gloymskur, verður ofta sagt. Men livst, so spyrst.

Oliver