Nú verður lýst eftir samsskipara til demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum. Tað verður gjørt sum liður í arbeiðinum at seta demensætlanina í verk.
Nú verður lýst eftir samsskipara til demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum. Tað verður gjørt sum liður í arbeiðinum at seta demensætlanina í verk.
”Hetta er alneyðugt fyri at tryggja okkara borgarum eina betri tænastu.” Tað stendur í einum tíðindaskrivi frá Heilsu- og innlendismálarðaðnum. Ráðið vísir á, at neyðugt er at bøta um og minka um avleiðingarnar, sum demenssjúkan hevur fyri tann einstaka, familjuna og samfelagið alt.
Samstarv tvørtur um ábyrgdarøkini
Ein avbjóðing á demensøkinum eru sokallaðu markamótini. Á summum økjum eru tað kommunurnar sum taka avgerðir, á øðrum økjum almannaverkið og í triðja lagið er tað sjúkrahúsverkið. Hetta krevur samstarv og samskipan millum myndugleikarnar.
”Vit hava tí í longri tíð arbeitt við einum markamótsskjali fyri at leggja lunnar undir góðum samstarvi og samskipan millum myndugleikarnar, tá tænastur verða veittar borgarum,” sigur Heilsu- og innendismálaráðið. Markamótskjalið varð undirskrivað tann 30. mai í ár.
”Við hesum skjali er kósin sett fyri, hvussu loysnir finnast, tá borgarar hava tørv á tænastum frá fleiri almennum myndugleikum,” sigur ráðið.
Samstarva um at seta ferð á málið
Eftir at markamótsskjalið varð undirskrivað, hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, havt eitt samskifti við Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um at fáa sett tilmælir í demensætlanini í verk. Eisini hevur landsstýriskvinnan, áðrenn summarferiuna, havt fund við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, har umboð fyri Psykiatriska Depilin luttóku.
”Allir partar eru samdir um, at tað, sum eigur at raðfestast fremst, er at fáa sett landsdemenssamskiparar í starv,” stendur í tíðindaskrivinum.
Ætlanin er stigvíst at fáa sett fleiri samskiparar í starv. Hesir verða, í samsvari við demensætlanina, settir sentralt á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum, men koma at virka lokalt í teimum samstarvsøkjum, sum eru lýst í ætlanini.
Demens er felagsheiti fyri fleiri ymiskar heilasjúkur, sum hava við sær stórar broytingar í gerandisdegnum, bæði hjá tí sjúka og hjá teimum avvarðandi.




