Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Demensdagurin ein succes

Óluva Klettskarð

Eini hundrað fólk høvdu leitað sær til sera spennandi demensdagin í Klaksvík leygardagin, har lunnar vóru lagdir undir eina betri fatan av teimum avbjóðingum, sum persónar við demensi og teirra avvarðandi kunnu koma í.

Sum liður í at fáa Klaksvík at verða ein góðan og tryggan bý fyri tey, sum hava fingið eina demenssjúku og fyri teirra avvarðandi, so skipaði Klaksvíkar kommuna fyri hesum kunningardegnum leygardagin.

Dagurin varð skipaður við nógvum tiltøkum í hugnaligum umhvørvi. Básar við upplýsandi endamáli umboðaðu feløg, áhugabólkar, stovnar, Demensdeildina á Landssjúkrahúsinum og hjálpitól.

Tað var so at siga øll rundan um demensrakt, ið savnaðust og fingu prátað saman. Hetta gjørdi dagin til eina succes.

Vit vóru takksom, at landsstýriskvinnan hevði sett Klaksvík stevnu ein leygardag, og hon hevði góð orð at bera fram um demensarbeiði. Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur í geatri, segði so væl frá, hvussu vit samskifta best við demensrakt, og umboð fyri Eldraráðið vístu á teirra virðismikla arbeiði við vitjanartænastuni.

Serliga rørandi var tað at hoyra Maiken Skarðenni siga søgu sína sum avvarðandi, og hvønn avgerandi týdning tað hevur havt fyri familjuna, at medmenniskju vóru har og dugdu at lofta ymsu støðunum, sum tey komu í. Og umboðini fyri Búðatrøð, Ingrið og Annika, høvdu hjartað við, tá tær hegnisliga fortaldu um tað sjáldsama góða tilboð, vit hava hjá teimum.

Føroyski filmurin í sambandi við Remodem-verkætlanina, ið er ein ES-verkætlan, sum hevði til endamáls at menna tænastur til heimabúgvandi menniskju við demensi í útjaðaraøkjunum í Evropa -ja, hann gekk fyri “fullum húsum” fimm ferðir.

Ein góður kunningardagurin, ið var ætlaður at leggja lunnar undir eina betri fatan av teimum avbjóðingum, sum persónar við demensi og teirra avvarðandi kunnu koma í. Nógv tóktust rørd og glað fyri hugnaliga dagin, øll væl undirhildin av dugnaligum næmingum frá Klaksvíkar Tónlistaskúla.

Nýggjur faldari var gjørdur í sambandi við dagin, og hesin verður borin í hvørt hús í Norðoyggjum. Hesi tiltøk eru liðir í lokalu demnsætlanini hjá Klaksvíkar kommunu, sum vit menna saman við NBH. Vit ynskja Klaksvík til demensvinarligan bý, so okkara demenssjúku og minnisveiku kunnu ferðast trygt í býnum -upplýsing og at bjóða hóskandi tilboð til teirra, ið hava tørv á tí, er vegurin fram, og vit hava nú eisini serlig tiltøk til mannfólk á støðum, har menn kenna seg betur heima, t.d. umborð á Draganum og úti á Fornminnissavninum.

Ein hjartans tøkk øll tit, ið gjørdu dagin so góðan, fyriskiparar og gestir.

Óluva Klettskarð, stigtakari og formaður í trivnaðarnevndini Eldri og Bústaðir