“Kvinnur stillið upp”, var einfaldi boðskapurin í eini lýsing frá Demokratia. Lýsingin var prýdd við einum pari av høghælaðum skóm.
“Kvinnur stillið upp”, var einfaldi boðskapurin í eini lýsing frá Demokratia. Lýsingin var prýdd við einum pari av høghælaðum skóm.
Nú freistin at lata inn valevnislistar er farin, eru færri kvinnur uppstillaðar, enn tað vóru til seinasta bý- og bygdaráðsval. Og so kemur stóri spurningurin: Hvør er orsøkin?
Forkvinnan í Demokratia hevur verið í Útvarpinum og sagt, at átakið við høghælaðu skónum riggaði væl, tí nú vita fólk, hvat Demokratia virkar fyri. Men átakið hevur ikki fingið fleiri kvinnur á listarnar.
Tað virkar eisini løgið, at spurnartekin bara verður sett við, um tað eru kvinnurnar ella menninir, sum eru orsøk til, at færri kvinnur vilja vera kommunupolitikarar. Hví spyr eingin, um tað møguliga er arbeiðið hjá Demokratia, sum ikki hevur virkað eftir ætlan? Vóru hasir høghælaðu skógvarnir tað rætta agnið?
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, var til fyri einum lítlum ári síðani formaður í Demokratia. Tá hann bleiv borgarstjóri legði hann formanssessin frá sær. Síðani er hann farin á Fólkating, og hevur harvið syrgt fyri, at báðir føroysku fólkatingssessirnir eru mannaðir við monnum. Varaborgarstjórin í Runavíkar kommunu, sum eisini er ein maður, hevur sett seg í borgarstjórasessin, meðan kvinnan, sum annars stóð til at fáa annan fólkatingssessin mátti setast aftur. – Ikki tí – Tórbjørn Jacobsen “kann ikki gera við”, at hann fekk fleiri atkvøður enn hon.
Nú skulu vit heldur ikki síggja burtur frá, at tað møguliga høvdu verið uppaftur færri kvinnur á listunum, um Demokratia ikki var, men eingin ivi kann vera um, at felagsskapurin hevur brúk fyri eini sjálvrannsakan, heldur enn at taka støðu til, hvør annar eigur feilin.
Á fíggjarlógini fyri komandi ár eru 314.000 krónur settar av til Demokratia.




