Demokratia hevur tænt sínum endamáli og verður tí spart burtur.
Hetta segði Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, í Degi og Viku fríggjadagin 24. juli í frágreiðing frá tíðindafundi í sambandi við, at teir tríggir leiðararnir í samgonguni alfaðirligir og týdningarmiklir á at líta tóku gávupappírið burturav nógv umrødda ólavsøkupakkanum.
Tíverri varð Jóannes Eidesgaard ikki spurdur, hvat hann meinti við, tá ið hann førdi fram, at Demokratia hevur tænt sínum endamáli. Arbeiðssetningurin hjá Demokratiu var og er at økja um javnstøðu millum kyn í politikki, ella at økja um kvinnuliga luttøku, har politiskar avgerðir verða tiknar. Synd er at siga, at komið er á mál við hesum arbeiðssetningi, nú bert 5 av 33 løgtingslimum eru kvinnur.
Minni enn 3 ára virkistíð
Í 1999 samtyki løgtingið, at ein bólkur skuldi setast við teirri uppgávu at bøta um kvinnuleiklutin í politikki. Hetta var eftir tilmæli frá Útnorðurráðnum, sum er politiskt samstarv millum tingini í Íslandi, Grønlandi og í Føroyum. Ikki fyrrenn 7 ár seinni, í august 2006, tók politiska skipanin stig til, at nevndin kundi fara til verka. Fyrsta nevndin, sum fekk navnið Demokratia, arbeiddi til løgtingsvalið í januar 2008. Demokratia, sum situr nú, hevur virkað síðani august 2008 ella eitt sindur styttri enn eitt ár. Eftir hálvumtriðja ári ger politiski myndugleikin sostatt av, at tørvur ikki longur er á arbeiðinum at økja um javnstøðu í politikki.
Til samanberingar hevur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, verið virkin í landspolitikki í 19 ár, Jørgen Niclassen, uttanríkisráðharri, í 15 ár, og Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í 9 ár. Hesir tríggir royndu politikararnir áttu at skilt, at tað tekur tíð at røkka úrslitum. Millum annað tí er tað óskiljandi, at teir ikki eru sinnaðir at geva arbeiðinum hjá Demokratiu meira tíð, so at líkinda møguleiki er fyri at røkka arbeiðssetninginum.
Sparingar
Samfelags- og privatbúskapurin hevur tað ikki gott, hvørki úti í heimi ella innlendis, og tí er neyðugt at fremja sparingar. Av hesi orsøk er tað eftir mínum tykki í lagi at skerja játtanina til Demokratia nakað, sum so nógvar aðrar almennar játtanir verða skornar. Hvussu sparingarnar skulu fremjast, er sjálvsagt ein politisk avgerð. Avgerðin at avtaka Demokratia fortelur okkum, hvussu sitandi samgonga raðfestir.
Vit hava avbjóðingar fyri framman, og avgerðir skulu takast, sum kanska ikki bara verða væl
umtóktar. Men ongin skal ivast í, at málið er at gera Føroyar til eitt uppaftur betri land at
búgva í hjá okkum øllum.
Hesi vóru millum nógv føgur orð, tá ið Kaj Leo Johannesen, løgmaður, helt sína fyrstu ólavsøkurøðu 29. juli í ár. Tíverri hirdi eingin í fyrisiting løgmans at skriva eitt einasta orð um týdningin av øktari javnstøðu í politikki og á øðrum økjum í samfelagnum í røðuna. Nøkur orð um hetta evni høvdu økt munandi um trúvirði í hesum og nógvum øðrum setningum í fyrstu ólavsøkurøðu løgmans. Serliga tá ið vit hugsa um allar tær føroysku kvinnurnar, sum onga orsøk síggja at búgva í heimlandinum.
At vísa seg sum rættar menn
Føroysku svimji-genturnar vístu seg sum rættar menn, tá ið tær vunnu óteljandi gullmerki og onnur heiðursmerki til Oyggjaleikirnar á Álandi fyrr í summar. Hetta stóð at lesa á forsíðuni og inni í blaðnum í Sosialinum 1. juli.
Nú er óvist, hvørt gull-genturnar veruliga kendu seg sum rættar menn eftir hesi einastandandi avrik. Undirritaða loyvir sær at ivast. Men vónandi verða hesar dugnaligu ungu gentur ikki partur av tí stóra hópinum av kvinnum, sum ikki finna seg til rættis í føroyska samfelagnum og tí flyta til onnur lond, har umstøður og samfelagskarmar eru betur hóskandi, eisini fyri kvinnur í 21. øld.
Stóra kvinnufráflytingin úr Føroyum er uttan iva tætt tengd at spurninginum um javnstøðu. At samgongan hevur ta fatan, at Demokratia hevur tænt sínum endamáli og tí skal avtakast, boðar ikki frá einum vilja til at fáa vend í hesa skeivu gongd. So vita vit tað.
31. juli 2009, Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini




