Landsstýrismaðurin fekk ikki undirtøku í samgonguni fyri uppskotinum um at broyta valskipanina.
Tí verður nú arbeitt í samgonguni við møguligum nýggjum uppskotum til broytingar í valskipanini og vallógini fyri Føroyar.
Ágangurin er harður fyri at leggja landið saman í eitt valdømi, og tað er eingin loyna, at eisini í samgonguni eru sterkar kreftur, ið arbeiða fyri hesum. Líkt er til, at politikarar vilja búsetast so nær miðøkinum og høvuðsstaðnum sum gjørligt. Har er skatturin lágur og møguleikin størstur fyri at verða sæddur og hoyrdur. Tá er lag á manni at smírast og annars halda seg væl í øgn við tíðindafólk og miðlafólk – minni ræður um dygdina í politiska arbeiðinum fyri at verða afturvaldur á ting.
Legið til merkis, at Norðlýsið herfyri segði kortanei til eitt valdømi. Enn einaferð grundgóvu tit væl fyri sjónarmiði tykkara. Enn einaferð prógvaðu tit, hvørt virði er í einum lokalblaði, sum gjøgnum árini hevur gjørt sítt til at Norðoyggjar hava verið og framvegis eru sterkt umboðaðar á løgtingi.
Vit síggja í øðrum økjum, hvussu leikur ferð. Sunnari partur av landinum man vera mest ræðandi dømi. Lítið og einki frættist frá veljarafjøldini, og politikararnir hóreiggja sær sum teir vilja. Teir flestu eru langt síðani fluttir til høvuðstaðin at búgva og hava helst als ongar ætlanir um at flyta aftur. Mangt bendir á, at hugurin fyri at arbeiða politiskt til frama fyri fólkið í valdøminum har man vera so sum so. Har hendir als einki í mun til aðrastaðni í landinum. Hetta er bara veruleikin og støðan stendur við og versnar.
Verður landið eitt valdømi, so er bara ein vinnari, og tað er miðøkið. Har fara allir breyðpolitikararnir at savnast og hini økini verða eins og áðurnevnda dømið gloymt og slept upp á fjall. Royndirnar úr Grønlandi prógva hetta eins og tann sannroynd, at einki annað land í nánd av okkum hevur viljað gjørt hesa broyting júst av somu orsøk. Argumentini hjá politikarunum um at tað júst er gott fyri útjaðaran eru beinleiðis villeiðandi. Sterkt Norðlýsið, einasti miðil her á landi sum vil síggja veruleikan beint í eyguni og torir at tala sirkusinum beint ímóti.
Eygleiðari




