Verjuleikarin hjá KÍ, sum í ár eisini hevur spælt á miðvøllinum, heldur fram í KÍ komandi árini.
Sáttmálin hjá Deni í KÍ gongur út eftir hetta kappingarárið. Men sum Norðlýsið skilir frá góðum keldum, so fer KÍ í næstum at kunngera, at miðverjin hevur longt sáttmálan við tveimum árum, so at hansara sáttmáli fer at galda til og við kappingarárið 2022.
Í landskappingini er Deni skrásettur fyri 46 dystir, 4 mál, 13 gul kort og 4 reyð kort sambært FaroeSoccer.


