Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Deni Pavlovic vildi takka KÍ áskoðarunum

Jákup Ósá

(Malta) Søguligi málskjúttin vildi taka liðið framum sítt mál eftir dystin í Malta, har hann gjørdist fyrsti málskjúttin á útivølli hjá KÍ í Europa.

87 minuttir vóru leiktir, tá Deni Pavlovic javnaði fyri KÍ í kvøld.

– Eg visti ikki av, at eg var fyrsti málskjúttin á útivølli hjá KÍ í Europa. Eg eri glaður, og eg haldi, at hetta var eitt gott úrslit fyri okkum. Men hetta er bara fyrri hálvleikur. Vit spældu júst sum venjarin vildi hava okkum at gera. Eg haldi, at allir spældu gott, og tað hevði størsta týdningin. Tað hevur ongan týdning, hvør skorar málini. Hesaferð var tað eg, sum skoraði, næstu ferð verður tað onkur annar. Tað kom eitt sera gott innlegg frá Jákup, og eg rann inn við fremru stong og skallaði bóltin í málið. segði Deni Pavlovic eftir dystin. Vit spurdu, hví hann rann yvir til KÍ áskoðararnar at feira málið.

– Eg rann yvir til KÍ áskoðararnar, tí teir eru fantastiskir. Teir sungu handan KÍ sangin, sum mær dámar sera væl. Feiringin kom frá hjartanum, segði hann. Deni helt, at KÍ hevði javnleikin uppibornan.

– Vit vóru óhepnir at lata fyrsta málið inn. Teir høvdu bara tann møguleikan. Vit spældu betri. Hetta er eitt brúkiligt úrslit, betri enn 0-0. Nú hava vit dystin eftir í Føroyum, og tá ræður um at avrika líka væl sum í dag, so fáa vit eitt positivt úrslit, segði málskjúttin at enda.

Harleyfacadeacryl