Gjárakvøldið var Denni Conteh fyri fyrstu ferð til venjing á Djúpumýru.
Tað var gott at síggja Ova Nysted aftur í KÍ hópinum og hann vísti longu sínar dystir á Ólavsøku móti AB – men sjálvandi snúði alt tosið kring vøllin seg mest um nýggja útlendska leikaran, Denni Conteh.
Menn vóru samdir um at hann tyktist at finna seg væl til rættis í hópinum.
Meira um nýggju leikararnar hjá Kí í blaðnum fríggjadagin.




