Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Denni Conteh til venjing í kvøld

John William Joensen

Sunnudagin kom nýggi KÍ leikarin til Føroya og hann verður við til venjing í kvøld kl. 18

Leikarar fara og koma.
Denni Conteh kom við flúgvara úr Danmark og fór beinleiðis til Havnar at síggja KÍ spæla Ólavsøkudyst móti AB – sum KÍ vann 3-2.
Eftir dystin fingu vit eina mynd av honum saman við Atla Danielsen, sum koma á vøllin tá Jan Andreasen var útvístur.
Atli fer nú aftur til Danmarkar, men í kvøld verður so Denni Conteh til venjing við KÍ hópinum og harafturat er Ovi Nysted eisini komin aftur úr B36.