Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Deres majestæter”.

John William Joensen

Fleiri “kongaligar” søgur, eftir Jógvan E. Ósá

Hettar hendi eisini í 1971, tá ið Margretha var prinsessa og Heindrikur var prinsur.

Sum kunnugt – og “øll” vita – so er majestæturin, bert tann, ið er kongur ella drotning.

Í 1971 var Fríðrik 9. kongur – og hann var majestætur. Og ikki Margretha. Tað er hon nú.

Vit løgreglumenn reistu runt Føroyar við prinsaparinum – og tá ið borgarstjórar o.o. hildu talir, var ofta okkurt stuttligt at hoyra.

Í einari lítlari bygd í Føroyum (nei, eg sigi ikki hvørjari) helt borgarstjórin talu – og í øðrum hvørjum orðum segði hann: “Deres majestæter”.

Ja, tá var ringt at halda “maskuna”, og Klerens, fúti, gjørdi tað ikki lættari fyri meg.

Klerens hevði “humør” – og hevði ógvuliga lætt til láturin – var tað í danir kalla fyri “grinebider”.

Og hann kundi ikki halda sær – men “krógvaði” seg aftan fyri eitt neyst at flenna – og hvørja fer, borgarstjórin nevndi “Deres Majestæter”, var hann um at pissa í buks sum hann flenti. Hann ringdi seg saman, sum hann flenti.

Og eg stóð soleiðis fyri, at eg sá beint yvir á hann, og har stóð hasin “lúshundur” – mín chefur – og flenti og klappaði ímóti mær.

Eg kláraði tað. Men tað stóð nógv á og eg hevði besta hugin at fara aftanfyri neysti og stilla meg saman við Klerens at flenna.

Jógvan E. Ósá,
(mars 2008).

Harleyfacadeacryl