sigur Inge Ibsen, sum í løtuni er kommunulækni í Klaksvík
Kommunulæknaviðurskiftini í norðoyggjum er framhaldandi ótolandi.
Ì morgun ringdi ein maður til Norðlýsið og greiddi frá hvussu trupult tað var at fáa samband við Kommunulæknan.
– Nú er Magnus so ikki tøkur og hinar telefonirnar svara als ikki. Ì gjár fór eg so oman á læknamiðstøðina fyri at fáa eina tíð frá skrivaranum men einki bar til.
– Endin var at eg setti meg í bilin og koyrdi til læknavatina í Havn! Meðan eg koyrdi hugsaði eg fyri mær at hetta var kanska júst tað sum Hans Pauli Strøm og heilsumálaráði ætlað vit skulu gerða.
Fólk eru frustreraði
Magnus Magnusen, Kommunulækni er sera væl dámdur millum manna – og sum einasti "støðugi" læknin í Norðoyggjum er tað sjálvandi til hann flestu fólk venda sær.
Men í morgun boðar telefonsvararin hjá honum frá at hann ikki er tøkur hesa vikuna.
Vit ringdu síðani til Kommulækna 1 har Inge Ibsen sum í eina tíð hevur røkt starvið.
– Dette job er ikke for pivfiser, er bersøgna útsøgnin frá læknanum – sum Norðlýsið spurdi um vit kundu sitera beinleiðis.
– Ja – det må i gerne.
– Klaksvik er et fantastiskt sted at være og jeg kan forestille mig at det må være ideelt for en ung læge med familje at sætte sig ned her.
– Men ingen går frivilligt i løvens gab – for arbejdspresset er alt for stort.
Inge Ibesen greiður frá at telefonirnar gløða alla tíðina men at tey kunnu ikki gerða annað enn at tosað við ein í senn.
– Vit kunnu heldur ikki hava meira enn ein sjúkling til viðtalu í senn og tá fólk koma til viðtalu gerða tey eisini vart við sína misnøgd.
At Kommulæknaviðurskiftini í Norðoyggum eru trupul er einki nýtt og hóast lyfti frá lands- og kommunalpolitikarum hava myndugleikarnir víst líkasælu og ódugnaskap.




