Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Deyður hvalur á Gøtusandi

Jóhann Lutzen

Í gjár skolaði ein hvalur upp á land í Syðrugøtu. Sløkkiliðið í Eysturoynni vórðu skjótir at binda hann við kajendan og í dag verður hann sleipaður út

Í gjár skolaði ein hvalur upp á land í Syðrugøtu. Sløkkiliðið í Eysturoynni vórðu skjótir at binda hann við kajendan og í dag verður hann sleipaður út 

Heilt fitt av fólki leitaði sær oman á gøtusand hesa løtuna og túnatosi gekk lystiliga. Børn og eldri menn skimaðust. Ein deyður hvalur var skolaður upp á land og fitt av vási stóðst av hesum. Sløkkiliðsmennirnir í Eysturoy vórðu knappir og fingu bundið hvalin við kajendan. 
Norðlýsið hevur tosað við Bjarna Mikkelsen frá Náttúrugripasavninum og hann upplýsir at talan er um ein vanligan grindahval á 6 metur og 20 sentimetrar. Hetta er einans 10 sentimetrar minni enn tann størsti hvalurin, sum tey frá Náttúrugripasavninum hava mált í Føroyum. 
Bjarni sigur at tey hava skori tvær tenn av hvalinum, sum tey ætla at brúka til rannsóknir.