30. mars vitjar DIA – Danish International Adoption – í Føroyum og bjóðar til kunningarfund um altjóða ættleiðing
Tiltakið verður á Hotel Brandan tann 30. mars kl. 17-19. Tiltakið er ókeypis og øll, ið umhugsa at ættleiða, eru vælkomin; somuleiðis vinir og skyldfólk, ið hava áhuga at hoyra meiri um tilgongdina. DIA leggur fyri við at siga frá um ættleiðing, og møguleiki verður fyri samrøðum og spurningum. Ein føroysk familja fer síðani at siga frá um teirra ættleiðing. Kaffi og okkurt søtt verður eisini at fáa á fundinum.
Í leinging av kunningarfundinum verða eisini fundir hildnir fyri tey, ið fara at ættleiða um ferðing og lond. Umframt hetta skal DIA eisini hitta Familjufyrisitingina, fyri at tosa um teirra samstarv í ættleiðingamálum. Hóskvøldið vera DIA og Ættleiðingarfelagið vertir fyri einum tiltaki fyri ættleiðingarforeldur og ættleidd.
Kunningarfundur
Hvar: Hotel Brandan, Oknarvegur 2, Tórshavn
Nær: Mikudag 30. Mars, kl. 17-19
Legg til merkis: Borðreitt verður við kaffi og onkrum søtum. Vinarliga teknið tykkum á www.d-i-a.dk
Familjur hittast
Hvar: Hotel Brandan, Oknarvegur 2, Tórshavn
Nær: Hósdag 31. Mars, kl. 17-21
Legg til merkis: Tiltakið verður samstundis sum aðalfundurin hjá Ættleiðingarfelagnum og aftaná verður nátturði.
Bakgrund
Føroyar eru kendar sum eitt gott land hjá børnum at vaksa upp í og at ættleiða til. Í mun til fólkatalið hava oyggjarnar heimsins hægsta tal av ættleiddum børnum. Í árunum frá 1973 til 2020 eru 293 børn ættleidd til Føroya umvegis DIA. Flestu børnini eru komin úr India, Suðurkorea, Etiopia og Columbia. Samanlagt eru børn úr 28 londum ættleidd til Føroya. DIA er einasti felagsskapur, sum tekur sær av at ættleiða til Føroya.
Sitat frá
Lill og Jacob Kildebogaard, sum ættleiddu úr Madagaskar:
“Vit komu fram til, at tað ikki var alt um at gera hjá okkum, at fáa eitt biologiskt barn. Tað sum hevði størstan týdning, var at gerast foreldur og ynskimyndin broyttist frá einum biologiskum barni til eitt ættleitt barn. Vit fóru tí í holt við góðkenningartilgongdina.
Á skeiðunum hittu vit onnur, komandi ættleiðingarforeldur, og tosaðu m.a. um barnloysi, okkara egna uppvøkstur og hvat eitt barn kann hava verið fyri, áðrenn tað verður ættleitt. Alice valdi ikki sjálv at verða ættleidd, men vit vilja verða familjan, ið elskar hana og altíð standa henni hjá.
Í dag er størsta gáva okkara, at vera foreldur at Alice – vit elska hana meiri enn sigast kann.”




