”Hetta verður eitt heilt annað lív,” sigur Julius Poulsen (Julli) í Klaksvík, sum við tógvi stríð, endiliga hevur fingið eina dialysu-maskinu heim til sín at standa.
”Hetta verður eitt heilt annað lív,” sigur Julius Poulsen (Julli) í Klaksvík, sum við tógvi stríð, endiliga hevur fingið eina dialysu-maskinu heim til sín at standa. Og tað merkist, at hetta er ein hátíðardagur í familjuni. Lagkøka stendur á borðinum og uttanfyri hevur Julius sett eina lítla flaggstong við flaggi.
Julius hevur í 5 ár ferðast tríggjar ferðir um vikuna til Havnar, fyri at fáa blóðið reinsað. Viðgerðin hevur tikið 4 tímar hvørja ferðina, men nú verður tað ikki neyðugt longur.
”Í dag skal eg sita her í tríggjar tímar. Kanska geri eg tað styttri í dag – kanska tveir tímar, tí nú kann eg gera tað so ofta sum eg vil,” sigur Julius væl nøgdur.
”Eg kann gott fara til arbeiðis ein vanligan dag og gera hetta um kvøldið ella tíðliga um morgunin, og so arbeiða normalt,” sigur hann. Hann plagdi annars at fara frá húsum klokkan 12:30 og vera við hús aftur klokkan 9 um kvøldið, tríggjar ferðir um vikuna.
Hevur innrættað sær høli
Maskinan sigur frá, hvussu væl blóði verður reinsað, og sjúkrasystrarnar rokna so út, hvussu langa tíð hann skal brúka til viðgerðina.
Julius hevur innrættað sær eitt ljóst rúm, har tann hvíta maskinan, við slangum og einum skermi stendur. Í rúminum er eisini eitt vask og borð við skuffum, har slangur og onnur útgerð liggja goymd. Sjálvur stólurin er framvegis ikki komin henda dagin, tá Norðlýsið vitjar, so hann hevur sett ein lenistól har fyribils til nýggi stólurin kemur. Uttanfyri húsini er ein plastik skrellispann stillað, har slangur, nálir og annað verða burturbeind.
Meðan vit tosa sama koma tvær sjúkrasystrar inn við einum blómutyssi. Tað eru tær sum skulu vegleiða Julius viðvíkjandi viðgerðini. Tær fegnast eisini um, at tað er eydnast at fáa eina slíka maskinu.
”Eg havi strítt í nógv ár við at fáa hesa maskinuna. Eg visti at hetta lat seg gera í Danmark, so eg helt, at tað mátti eisini kunna lata seg gera í Føroyum. Og nú er tað komið her til, at eg havi fingið loyvi til tað. Tvær sjúkrasystrar hava verið í Føroyum nú og lært meg at brúka maskinuna,” sigur Julius.
Bleiv sjúkur undir eini skurðviðgerð
Julius hevur verið nýrasjúkur í eini 18 ár, og hann hevur fingið hemodialysu í eini 5 ár. Tað var eitt óhapp sum hendi undir eini skurðviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum, sum førdi til sjúkuna.
Julius sigur, at um hann drekkur røttu nøgdina og gongur hvønn dag, so hevur hann sum so ongan ampa av sjúkuni. Ferðingin til Havnar hevur tikið langa tíð, men tað verður nú broytt.
”Men tað er harmiligt, at eingin annar kann brúka maskinuna,” sigur hann.
”Eg brúki hana í tríggjar tímar og so stendur hon still. Klaksvíkar Sjúkrahús fær ikki loyvi at fáa eina slíka maskinu, og eg kann sjálvsagt ikki lata onnur brúka mína maskinu,” sigur hann.
Tað eru einir 20 sjúklingar í Føroyum, sum møta á Landssjúkrahúsinum tríggjar ferðir um vikuna til hemodialysu, og eisini fáa onnur sokallaða posadialysu.




