Í blaðnum í dag skrivar Dimmalætting at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum persónliga býtir 1,7 mia. kr. av fiskatilfeinginum til nøkur fá útvald. Hetta er í beinleiðis andsøgn við veruleikan og óseriøst. Slík skriving er ætlað til øsing og ein beinleiðis roynd at ávirka fiskivinnupolitikkin, sigur Jacob Vestergaard í viðmerking.

Den lovgivende magt er hos kongen og folketinget i forening. Den udøvende magt er hos kongen, stendur skrivað fremst í grundlógini og hóast hesar ásetingar leggja alt vald í hendurnar hjá Kongi so eru aðrar ásetingar sum gera tað at í veruleikanum hevur kongur einki vald.
Undir yvirskriftini ”Sjúk skipan” ger Dimmalætting eina rættiliga margháttliga staðfesting at tað er persónurin, Jacob Vestergaard sum býtir fiskatilfeingi fyri eitt virði á kr. 1,7 mia. út til nøkur fá útvald. Blaðið skrivar at Jacob Vestergaard persónliga hevur vald á 12,5% av allari tí føroysku bruttutjóðarúrtøkuni.
Tilætlað skriving
Sjálvur kennir landsstýrismaðurin seg als ikki aftur í tí sum Dimma fortelur lesarum sínum.
Hetta er beinleiðis óseriøst og villeiðandi fyri at siga tað milt. So at siga alt liggur í føstum karmum. Í verueikanum verður bara ein brøkpartur av tilfeinginum latið landsstýrinum at bíta og her er talanum serligar kvotur sum kunnu skifta frá tí til aðra.
Eitt dømi er kvotan við Flemish Cap har landstýrismaðurin í ár hevur latið hana komið til góðar hjá heimaflotanum fyri at avlasta grunnarnar. Eingi skip liva av tilfeinginum við Flemish Cap og vit mugu eisini hava í huga at kvotan hjá flakatrolarunum í Barentshavinum er økt.
Skriving sum tann í Dimmu er tilætlað og hevur eitt politiskt mál og tí er trupult hjá mær at fyrihalda meg til hana.