Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dimmalætting heldur at tíðin er komin at skifta landsliðsvenjaran

John William Joensen

Árni Gregersen, blaðstjóri á Dimmalætting, hevur fylgt føroysk landsliðnum síðan vit fóru upp í altjóða fótbólt og hósdagin ruddaði hann forsíðuna fyri at bera ein greiðan boðskap

Hóast eingin kann misskilja forsíðuna á Dimmalætting – so er trupult at finna nakra grein – sum viðgerð evni í blaðnum.

– Orðsøkin til tað er at vit ikki náddu at fáa fatur á Óla Holm, áðrenn blaði fór til prentingar.

– Men eg eri ikki í iva um at tíðin er komin at skifta landsliðsvenjaran.

– Eg haldi at Jógvan Martin hevur gjørt eitt gott arbeiði – men stórtapini hava hála teppi undan honum.

– Respektin og forvantningarnir til landsliðið eru nú burtur og tí er tíðin búgvin at royna annan venjara.

Helst ein íslending
– Eg haldi at ein føroyskur venjari – sum Petur Mohr – møguliga hevði verið rættir persónurin til sessin.

– Hann er typan, sum dugir at motivera – men annars haldi eg at tað skal vera ein íslendingur – ein Páll Guðlaugson typa.

– Hann skal loyva tí meira ódisiplineraða – alt skal ikki vera so skipað – tí annars hevði Torkil Nilsen ikki – burtur úr ongum farið at renna móti eysturríkiska málinum.

– Tað sum gongur fyri seg í løtuni er alt ov heiladeytt og hóast vit eru afturút 8-0 – so tosar man bara um at spæla fótbólt! – Gud forbarmi seg!!!

– Men sum sagt so heldi eg at Jógvan Martin hevur prógva seg at vera dugnaligan – men nú er tíð at skifta stíl.