Í grovum ærumeiðandi lesarbrævi í Dimmalætting í dag verður ein av royndastu føroysku dómarunum niðurgjørdur og samanborin við nazistarnar í Týslandi
Tað má sigast at Dimmalættin nú rættuliga bera brenni á bálið og í einum sera niðurgerandi lesarabrævið stendur hetta at lesa um einasta føroyska FIFA dómaran:
….. sum ongantíð er okkum dyggur, hann, sum ígjøgnum nógv Harrans ár miðvíst hevur ført eina Nazi-herferð ímóti B36…….
Tað eru Petur Martin Sømark og Hallur Hjalgrímsson sum hava skrivað lesarabrævið, og tað má sigast at vera nýggjar leiðir sum høvuðsstaðarpressan nú gongur, við at loyva almennari útspilling av fótbóltsdómarum!!!
Sama lesarabræv stóð í Sosialinum í gjar, men har hevði blaðleiðslan redigera brævið.
Meira seinri….




